Skip to main content

Munnbitar, ið muna


Fríggjakvøldið letur matstovan The Tarv upp í gulu húsunum innast í Vágsbotni, har heilsølan hjá Poul Hansen var fyrr. Fyrsti persónur, vit møta, innan farið verður til borðs, er smílandi vertinnan Eydna av Fløtum


Millum gestirnar er kendasti mannligi vertur, John Mikkelsen í Áarstovu, sum ger Eydnu tann heiður at møta til soft opening hóskvøldið. Kanska hevur hann okkurt tips, tí greitt er, at hann telist millum bestu matstovuvertir í ríkinum.


Hóast hølini eru rá, sum tá goymsla var her, og Útvarpið seinni helt til her, eru hølini heit við hugnaligum ljósi og modernaðum norðurlendskum eyðkenni, innbúgvi og búnýtum. Útsýnið yvir Vágsbotn, bátarnar og yvir á gamla Impo, er sjáldsama spennandi, nú jólini eru í hondum.

Á niðastu hæddini, beint inn av Bryggjubakkakantinum, er inngongd til Undirhúsið, og aftanfyri er barr, sum Erik Reidarsson Klein stýrur við ungari men fermari hond. Hann veit alt um klassiskar og modernaðar kokkteylar, og ljósið fellir so undirfult, at tú fært hug at spyrja hann um sjáldsamar drykkir og sigarir, bara fyri at fanga hann í rætta barrljósinum í søguligu hølunum.

Wi Ounsa úr Tailandi er høvuðskokkur við grillina, sum er fýrd við kubanskum koli. Júst hetta neytakjøtið er búnað í 61 dagar og stavar úr Galisia út móti Atlantshavi í Spania. Besti munnbiti, eg smakkaði.

Leivur Horn Snæbjørnsson er kokkur í grillini saman við Wi Ounsa.

Leivur er nú farin at skera grillað neytakjøt, einki minnið enn Rib Eye, sum er úr Omaha. Tað er munnbiti fyri kjøtfegnar matelskarar og slær ikki falskar mentir við nýopnaðu grillina í Vágsbotni.

Og so er at servera fyri øllum viðskiftafólkunum, sum í vetrarkuldanum hava sett seg til borðs uppiá at fáa ein heitan bita við tí heilt rætta smakkinum. Umframt grillaðan fisk, tað besta undan Føroyum, kann veljast millum neytakjøt frá Gutrei í Galisia, frá Galloway í Skotlandi, ella Rib Eye frá Great Omaha í USA.


Beint fyri inngongdini í neðra, áleið har sum Zakaris á Argjaboða seldi bensin í gomlum døgum, har er kuldaskáp við tí av einslistum úrvalda kjøti, sum altíð er á goymslu í grillhúsinum The Tarv.

Luis Pellecer, jr, hevur verið í barrini hjá Erik og teimum niðri undir, og kemur yvir til avgreiðsludiskin við grillina hjá Wi og Leivi. Í baksýni er skápið við kjøtinum, sum búnast til tað er rætt og klárt at koyra á grillina. Dagatalið fyri ymsa kjøtið verður talt, so akkurát hin rætti smakkurin fæst, tá bílagt verður.


Luis er leiðandi barrvørður í Mikkeller, og honum á baki kemur Karin Visth, vintænari, sommelier, á KOKS, sum hevur lagt Eydnu av Fløtum lag á við víninum, sum er úr Suðurafrika og Argentina. 

Nú kemur sjálvur stjórin í samtakinum Gist & Vist, Johannes Jensen inn úr sjaskuta vetrarkuldanum.

Johannes og kokkurin Leivur heilsast meðan gamla og varðveitta Undirhúsið, har teir gomlu havnarmenninir enn sita, sæst í baksýni.

Mortan í Hamrabyrgi sæst í ulpu framman fyri gluggunum inn í Undirhúsið. Fryntliga Eydna bjóðar uppá, har tilber at sita við betri matborð enn í barrini niðri undir. Gerið so væl!

Har er stórur barrdiskur við maskinum, ið skera tunnar álir av føroyskari og spanskari skinku, sum Ingi Samuelsen mælir mær til at smakka.

Býráðið og Tórshavnar kommuna er umboðað við matstovuborðini uppiá, eins og kokkar, matummælarar og starvsfólk í samtakinum Gist & Vist. Fremst fyri er Annika Olsen, borgarstjóri.

Jákup Simonsen, deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni, situr til borðs, og her er eisini Thora Augustinussen, sølu og marknaðarstjóri í Gist & Vist.

Sjúrður Horsdal, roknskaparstjóri, CFO, á Hotel Føroyum situr við eitt av hugnaligu borðunum á The Tarv.

Sjónvarpsstjørnukokkurin Gutti Winther er eisini millum gestirnar, ið royna grillmatstovuna til sokallaða soft opening, sum er hóskvøldið fyri at latið verður upp fríggjadagin 8. desember.

Ingi Samuelsen, journalistur, og Mortan í Hamrabyrgi standa undir skinkunum, sum hanga yvir barr- og matstovudiskinum uppiá í The Tarv. Teir tosa um føroysku skinkuna og bera saman við beef jerky líknandi kjøtálirnar, sum verða serveraðar við diskin.

Millum gestirnar er eisini súkklarin Gunnar Dahl Olsen, sum prátar við Johan Dahl, og tey bæði Heini Martin Jørðdal Niclasen, tónleikarin í Boys in a Band og Beinta á Torkilsheyggi, sum er fotografur.

Her er framsíðan og baksíðan á ensku og føroysku skránni, sum lýsir og prísmerkir alt etandi og drekkandi, ið fæst í nýggja altjóða grillhúsinum The Tarv í Havn.


So varð bara at finna úthurðina eftir henda frágera soft opening á grill húsinum The Tarv eitt hóskvøld fyri jól í Vágsbotni í Havn. Ert tú heilt lost, so kanst tú finna eitt telefonnummar á gomlu veggunum, sum eru varðveittir, so sum teir hava verið síðan Havnin fekk fyra tøl í nummarbókina og longur aftur. The Tarv er eitt nýskapandi grillhús við kjøti, sum heilt vist ikki er borðreitt í Føroyum áður. Enn eitt nýbrot í virkseminum hjá Gist & Vist, sum veksur um matupplivilsi og útistøð í hjartanum á søguríka høvuðsstaðnum.