Skip to main content

Kompaktur tónleikasjónleikur


Leygarkvøldið varð Dagbókin hjá Leporello framførd á Tjóðpallinum í Havn. Nýtýdda verkið byggir á eina nýtulking av Don Giovanni, Don Juan, hjá Mozart frá 1787.

220 ár seinni skrivaði týski Fabian Dobler, sum í hesum døgum eisini er kapellmeistari í Havn, Leporellos Tagebücher. Uppaftur 10 ár seinni er føroyska týðingin veruleiki. Nú syngur yvirstættin italskt og hini føroyskt. Ein spennandi snaring.


Hetta er intimteatur í hálvanannan tíma í skapi av kamaroperu við seks tónleikarum, seks sjónleikarum og seks mansrøddum. Tveir útlendingar, áðurnevndi týskari Fabian Dobler og amerikanarin Douglas Yates, hava verið sangvenjarar, saman við Ernst Sondum Dalsgarð.

Søgugongdin er samanskrivað og broytt til hetta høvið. Í hølunum á stjóranum, sum forførarin Don Giovanni verður róptur, gongur reiðiligi tænarin Leporello, ið førir dagbók, og á føroyskum leiðir okkum gjøgnum hendingarnar.


- Hann er sum ein trúfastur hundur, ið meir enn so tekur sær okkurt beinið frá stjóranum, sigur Herfinnur Árnafjall, ið er høvuðsleikari sum Leporello. Hann er ættaður úr Gásadali, upplýsti hann, tá eg tók myndina á veitslu í Reinsarínum eftir frumsýningina. Ein fantastisk rødd, um hann so stendur, rennur, situr, ella liggur niðri.


Og so eru tað filmisku inn- og útgangsupptøkurnar hjá Jónfinni Stenberg, sum geva eitt føroyskt huglag, heilt frá tí komiska at skreiða í kava oman eina brekku, til at møta Kharon, tað er Ernst, í marru á fjørðinum. Einfalda og ótilgjørda pallmyndin hjá Beintu á Steig ger eisini eitt spennandi og samvirkið innlit í rúm nummar tvey aftanfyri pallin.


- Hetta er ein eggjandi samtíðaropera um sex, sorg, sakn og samvitsku, sigur Annfinnur Heinesen, leikstjóri, ið bjóðaði til Mozartveitslu í Reinsarínum eftir frumsýningina. Her sæst hann saman við Biritu, ið akkurát hevur lagt grímuna.


Birita Adela Davidsen, sum hevur lært til operasangara hjá amerikanska Douglas Yates í Nürnberg í Týsklandi, hevur saman við Annfinni stovnað Opera.fo, sum nú er fyrstu ferð á palli.

- Tað eru fleiri við mær, ið fáast við opera uttanlands, ið eisini vilja brúka sínar førleikar heima. Tí er Opera.fo sett á stovn, sigur Birita. Fyri fyrstu ferð hoyri eg hina Biritu, Biritu Poulsen, og eg eri púra paff. Leikstjórin er eisini komin sera væl frá at fáa tær báðar at snerkja og leggja andlitið í spennandi rukkur. Paula Danielsen, ið er Zerlina, stendur rein og skær bæði í rødd og útsjónd. Og so er tað hin sjónliga blindi Douglas Yates, ið er all over the place sum Don Giovanni. Her eru røddirnar í hásæti. Jóhannes Andreasen hevur verið repititør.


Tónleikasjónleikari er heitið tey seta á seg sjálvi.

- Ítøkiliga vilja vit fegin verða við til at menna føroyska yrkisleiklist til eisini at fata um klassiskan tóneikasjónleik, sigur Annfinnur.


Studentaskúlalærarin, Kári Davidsen, sum vit eisini kenna frá stóru týsku orðabókini, sigur, at hann játtaði beinanvegin, tá Birita í fjør vár spurdi um hann kundi týða.

- Tí so fekk eg roynt meg á økinum sum pensjonistur og fekk kannað, um orðini í operuni vóru við í týsk-føroysku orðabókini, sigur Kári, ið minnist at týðingin gekk sum eftir ánni. - Men teksturin skuldi jú eisini hava rím og ørindislag, og her var samstarvið við Hans Paula Tórgarð gott, tí hann er serkønur í tónleiki.


- Sum listagrein í Føroyum eru vit vís í, at hetta slagið av klassikum tónleikasjónleiki fer at fáa góða undirtøku, tí opera hevur alt: góðar søgur, stórar kenslur, og, ikki at forgloyma, fantastiska vakran tónleik og sang, siga tey bæði, Birita og Annfinnur.

Hetta var ein kompakt og intim kamaropera á Tjóðpallinum, mitt í livandi høvuðsstaðnum. Ikki minni spennandi eru orðini frá Jenny C. Petersen í flottu og upplýsandi skránni:

- Hesaferð fegnast vit um at kunna bjóða vælkomin á Meiaríið og gleðast um, at um ikki so langa tíð kunnu vit í felag bjóða tykkum í betri hølir á nýggja Tjóðleikhúsinum!

Havnin er gleðilig, nú enn ein páskablóma er farin at spretta - opera.fo. Til lukku og góðar páskir!