Amerikanska Gwen Leppek Rosseau, sum eisini hevur vitjað í Føroyum, er aftur farin út í heim við trúgva fylgisveininum - myndatólinum. ”Eg eri aftur farin at ferðast. Eg eri í Marokko. Lat meg royna at seta mína ferð í ein samanhang - hví eg geri hetta,” sigur Gwenn, sum er úr Birmingham í Michigan og var á fotoskeiði í Føroyum á heysti 2021. ”Á ferðum leiti eg eftir nýggjum upplivingum, nýggjum fólkum, nýggjum hugskotum, nýggjum landsløgum, eini afturvendan til mína innastu veru og eini rannsakan av, hvør eg eri í verðini. Tað er ein pílagrímsferð, við nógvum stuttleika blandaðum uppí. Eg fari javnan frá vinfólki og familju, sum eg elski av innasta hjarta, og tí hugnaliga í mínum vakra heimi. Onkuntíð er tað ein einslig ferð. Hon tekur burtur eiturkoppaspinnið, sum hevur sett seg í høvdið, tí eg havi verið heima so leingi. Á ferðum, har tú veruliga sært nakað, og ikki bara hyggur og strikar út eitt ferðamál á tiltikna avrikslistanum, tá sært tú menniskju lata seg upp. Menniskju eru ræ